Oljumessa
Fuglfirðingurin Rúni Hansen, stjóri fyri leitideildini hjá Statoil í Føroyum er settur sum fíggjarstjóri fyri nýggja leitipartin hjá Statoil í Europa. Hann man sostatt vera ein tann føroyingur, sum hevur hægsta leiðandi starvið í einum stórum altjóða oljufelag. Rúni Hansen hevur arbeitt hjá Statoil seinastu fimm árini. Fyrst var hann hjá Statoil í Danmark, gjørdi økonomiskt analysuarbeiði í sambandi við leiting hjá Statoil í Grønlandi og danska partinum av Norðsjónum men fór seinni at standa fyri fíggjarleiðslu hjá Statoil á Viðanesi. Men skjótt vórðu boð eftir Rúna í einum øðrum parti av Statoil, nevniliga leitideildini hjá felagnum í Føroyum. Har hevur hann samskipað kanningar og leiting saman við Statoil í London. Nú Statoil hevur broytt bygnaðin og hevur flutt sítt føroyska leitivirksemi úr London til Stavanger.
Eftir turru boringina í Føroyum í fjør tók Rúni Hansen sær av uppgávum fyri Statoil í Noregi eitt skifti men varð síðani sendur til Saudi Arabia og Persaraflógvan at standa fyri eini útbyggingarætlan har. Eftir eitt hálvt ár vóru boð eftir Rúna at fáa hann at vera við til at mynda leiðsluna í nýggja broytta bygnaðinum hjá Statoil í altjóða leiting. Hann skal standa fyri tí meira handilsliga partinum í leiðsluteaminum fyri Europa, herundir standa fyri keypi og sølu av feltum. Heitið er Business Development Manager. Rúni fer at hava fasta arbeiðspláss sítt í Havn, men nú Statoilvirksemi fyri Føroyar verður flutt úr London til Stavanger fer Rúni Hansen at ferðast nógv ímillum. Hann fer eisini at hava fast kontór á Forus høvuðsdeildini hjá Statoil í Stavanger.
Rúni Hansen heldur annars, at tær broytingar, sum eru gjørdar í leiðslubygnaðinum hjá Statoil innan leiting í Europa er eitt tekin um, at Statoil vil varðveita og helst styrkja sítt leitisíðuna á Atlantsmótinum og samskipa hana við alla ta vitan og ekspertisu, sum felagið longu hevur á norskum øki. Nú leitingin fer longur og longur út á djúpt vatn í norskum øki merkir tað eisini, at leitingin og kanningarnar nærkast føroyskum øki. At talan í báðum førum er um djúpt vatn og í nógva staðni á báðum landgrunnunum um øki við tjúkkum basaltfláum, so er skilabest og náttúrligt at samskipa kanningarnar í framtíðini.
-Her skal eitt stórt arbeiði gerast og verður tað sera spennandi, hvussu fer at ganga hjá Amerada Hess hinumegin markið. Tað er ein stór avbjóðing fyri alla leitingina við Føroyar eisini. Men lat okkum ikki seta ov stórar vónir, at nakað skal henda her og nú. Enn kann vera langt á mál.