CNN Money, ein fíggjarundirsíða hjá CNN, umrøður nú føroyska Heina Zachariassen og søgu hansara, tá ið umræður áhugan fyri víni. Tí Heini Zachariassen er faðirin at vælumtóktu appini Vivino, sum millum annað skal hjálpa fólki at finna gott vín.
- Hann fór í handilin at velja sær eina fløsku av víni, men varð ofta ørkymlaður við sjónini av tí stóra vínvegginum. Tað ávirkaði hann, so hann setti sær fyri at gera eina app, sum kann gera vínheimin gjøgnumskygdan, skrivar CNN millum annað.
- Vit høvdu ein trupulleiki, sum vit noyddust at loysa. Eg vildi drekka betri vín, men eg visti ikki nakað sum helst um vín, sigur Heini Zachariassen við CNN Money.
Sjey ár og 25 milliónir downloads seinni, er Vivino appin nógv brúkt millum víndrekkarar, og hesi hava millum sín ummælt heili 12 milliónir fløskur av víni.
Les ensku greinina um Heina Zachariassen her