Frá 11. juli til 23. august sýna 20 myndamenn úr øllum Norðurlondum fram 80 myndir í Galleri NK í Lillehammer. Heitið á framsýningini er. »Nordisk kunstnerisk fotografi 1998«. Millum hesar 20 framsýnarnar er føroyingurin Jógvan Hugo Gardar. Jógvan Hugo hevur fýra myndir við á framsýningini. Tær hava tema úr yrkingini hjá Christian Matras »ljósið og sjógvurin« og bera eisini sama navn á framsýningini.
Hini myndafólkini, sum sýna fram, eru úr Íslandi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Noregi. Til ber eisini at selja myndir undir framsýningini.