16 ára gamli Karl Løkin úr NSÍ hevur sambært Vikublad.fo skrivað tvey ára sáttmála við danska SAS-ligafelagið Randers FC. Ungi føroyingurin hevur verið til royndarvenjingar í Randers, og henda royndarvenjing hevur gingið somikið væl, at felagið hevur bjóða honum, at fáa eitt pláss á fótbóltskolleginum hjá felagnum. Í Randers meta tey sambært vikublad.fo, at Karl Løkin er ein sera evnaríkur miðvallari, sum tey vilja vera við til at menna.
LesarabrøvLesarabrøv