Hin 20 ára gamli Jón Larsen er ein, sum dámar sera væl at ferðast. Hann er júst vorðin studentur, og mánakvøldið byrjaði ferð hansara tvørtur um Atlantshavið, har hann fer at vitja í bæði USA og Kosta Rika. Men fyrst skuldi hann steðga ein dag í Reykjavík í Íslandi, og hesin dagur var væl valdur - hann var júst mánadagin, tá ið Ísland skelkaði allan fótbóltsheimin við at vinna á Onglandi í áttandapartsfinaluni í EM-endaspælinum.
- Eg var og hugdi í miðbýnum í Reykjavík, har øll savnaðust. Eg var mitt í rokanum. Tað var sum á Ólavsøku at standa ímillum allar íslendingarnar, segði Jón Larsen, tá ið yvirritaði fekk orðið á hann mánakvøldið eftir minniliga, íslendska sigurin.
Ikki kann sigast annað enn, at 20 ára gamli føroyingurin fekk eina góða fatan av Reykjavík mánakvøldið.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í Reykjavík, og eg eri her bara í ein dag. Mín fyrsta fatan av Íslandi má sigast at vera heilt ótrúlig! Eg bílegði atgongumerki her til fyri seks mánaðum síðani, og tað er av berari tilvild, at eg eri her júst hendan dagin, segði Jón Larsen mánakvøldið.
Meira er at lesa um Jón Larsen og hansara uppliving í Reykjavík í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í dag.










