Føroyingur millum bestu ensku fjeppararnar

Gøtumaðurin, Hans Jákup á Líknagøtu, er nú í uppskoti hjá BBC sum besti fjepparin hendan mánaðin

Fjeppari

Hvønn mánað hevur BBC eina atkvøðugreiðslu, har hyggjarar kunnu gera av, hvør skal fáa heiðurin sum ársins áskoðari hendan mánaðin.
Atkvøðugreiðslan snýr seg sjálvandi bert um enskan fótbólt, men tó so. Ein føroyingur hevur kortini sníkt seg uppí greiðsluni, sum er hendan mánaðin.
Sníkt seg er kanska at fara nakað stillisliga við hurðunum, tí Hans Jákup á Líknagøtu gjørdi snøgt sgat barndómsdreymin til veruleika. Blackburn hevur altíð staðið hjarta hansara heilt nær, og fyri at síggja dystirnar hjá felagnum, gjørdi hann ikki mætari enn at flyta til Blackburn, soleiðis at hann á tann hátt kundi vera nærri yndisfelagnum.
Tá hann kom til Onglands, hevði hann einki fast starv í eygsjón, men tað eydnaðist honum at fáa starv á Eawood Park, sum er heimavøllurin hjá Bladkburn, so nú er lag á manni at síggja hvønn tann einasta dystin hjá felagnum.
Hetta hava tey altso eisini lagt til merkis á BBC, har Hans Jákup hesa ferð er ein av trimum, sum kann fáa heiðurin sum besti áskoðarin hendan mánaðin. Atkvøðugreiðslan er á heimasíðuni hjá BBC, og til ber at atkvøða á hesi slóðini: www.bbc.co.uk/cgi-perl/polling/poll.pl