Føroyingur á meginlandinum

Føroyski Hans Petur Hansen hevur seinastu níggju árini búleikast í Danmark, og millum annað hevur hann her havt tónleiki sum ítriv.
Hetta hevur so higartil leitt hann til bólkin, Fastland, har hann er ein av trimum limum. Og nú hevur bólkurin so givið út fløgu, sum er nevnd, Vennerne og jeg.
Talan er um melodiøsan popp-tónleik, har tað ikki er heilt frítt við einum lítlum rock-ísletti, og hóast tað sjáldan ber til at siga, nær talan er um ein bólk, sum veruliga slær ígjøgnum, so ber í øllum førum ikki til avskrivað Fastland frammanundan.