Hin 17 ára gamli Tórur Mortensen hevur stórar avbjóðingar fyri framman hetta vikuskiftið. Hann er úttikin til danska U20-landsliðið í frælsum ítrótti, sum skal í landsdyst ímóti hinum norðurlondunum hetta vikuskiftið. Hvørt land hevur tveir íðkarar í hvørji kappingargrein. Danmark og Ísland hava felagslandslið og hava tí ein íðkara í part til hvørja kappingargrein.
Sambært fif.fo er Tórur Mortensen klárt sterkasta navnið á danska styrkislistanum í trístøkki, og tí var hann sjálvskrivaður partur av felagsliðnum hjá Íslandi og Danmark.
Kappingin verður hildini í Kaplakriki í Hafnafirði í Íslandi. Kappingin verður skipað sum bæði landsdystur og einstaklingakapping. Svøríki, Finnland, Noreg og Danmark/Ísland eru luttakandi londini í kappingini, ið fer av bakkastokki í morgin.
Tórur Mortensen var eisini úttikin til hesa kappingina í fjør, men tá hilnaðist tað honum ikki so væl, tí at hann var darvaður av skaða.
Fyrr í summar, í kappingini VU Spelen, sum varð hildin í svenska býnum, Göteborg, hevði Tórur Mortensen eitt gylt lop í trístøkki, har hann setti persónligt met. Tá leyp Tórur Mortensen heili 14,94 metrar í trístøkki. Hetta gav Tóri eitt navn, sum varð kent uttanfyri landoddarnar, skrivar fif.fo.
Mótstøðan til komandi kappingina er tó hørð, og fleiri av mótstøðumonnunum hava eisini fesk met. Niðanfyri síggjast metini hjá Tórði og móstøðumonnunum í trístøkki.
- Arttu Tyystjärvi, Finnland 15,40 m
- Veikko Nugraha, Finnland, 15,04 m
- Marcus Nyberg, Svøríki, 14,99 m
- Erik Lund, Noreg, 14,99 m
- Erlend Bolstad Raa, Noreg, 14,98 m
- Tórur Mortensen, Danmark/Ísland, 14,94 m
- Christoffer Pool-Wiklund, Svøríki 14,87 m
- Guðmundur Smári Daníelsson, Danmark/Ísland 12,94 m
Saman við venjara sínum, Hera Ziska, er Tórur Mortensen farin til Íslands at kappast í dag.










