Maðurin í Odense, sum seinnapartin í gjár bleiv álopin, er føroyingur. Sambært danska Ekstrablaðnum liggur maðurin í koma á sjúkrahúsi í Odense.
Støðan er einki broytt, og hann er framvegis í koma og ikki uttan fyri lívsvanda, sigur politiið við Ekstrablaðið.
Tann 59 ára gamli maðurin í Vollsmose var úti og gekk túr við hundinum hjá einum granna í gjár, tá tríggir ungir menn lupu á hann við stadionøkið hjá B1909.
Politiið heldur, at talan ivaleyst hevur verið um gøtustuldur, tí tá politiið kom fram á mannin í gjár, lógu nakrir av hansara ognarlutum eisini niðri á vegnum.
Politiið á Fyn leitar framvegis eftir teimum trimum monnunum.
Tann 59 ára gamli maðurin flutti úr Føroyum til Danmarkar sum smádrongur saman við foreldrum og systkjum.