Føroyski sangarin Høgni Lisberg, sum í tónleikaheiminum er kendur sum HOGNI, hevur fleiri løg við í stórari spanskari sendirøð. Talan er um spenningsrøðina No te puedes esconder frá síðsta heyst, sum júst er blivin tøk á stroymingstænastuni, Netflix.
Á enskum er navnið "You Cannot Hide". Røðin snýr seg um eina sjúkrasystur og dóttur hennara, sum flýggja úr rúsevnisumhvørvinum í Mexico, sum maðurin hjá sjúkrasystrini hevur havt samband við.
Løgini hjá Høgna eru "Under Streetlights", "How High", "Killer In Me" og føroyska "Drukni".
Hetta er ikki fyrstu ferð, at filmsframleiðarar hava valt at brúka løg hjá Høgna Lisberg.
Føroyingurin hevur eitt nú eisini havt løg við í Jersey Shore hjá MTV og í heimskenda spælinum NBA hjá EA Sports, og í heyst bleiv lagið "Soul Company" brúkt í samrøðu hjá ABC News við Demi Moore.
##med2##











