Eisini onkur føroyingur hevur latið seg lumpað av einum dana, sum er tiltikin fyri at svika við handli á internetinum.
Hóskvøldið hevði DR 1 eina sending um ein dana, sum býr í Teilandi og sum hevur ein nethandil, har hann selur fartelefonir, atgongumerki til tónleikafestivalar, køksbúnýti, ferðir og annað mangt.
Men hann er so so herviligur at lumpa fólk, at Den Blå Avis kallar hann Danmarks værste netsvindler.
Hann gongur undir fleiri ymsum nøvnum, eitt nú Michael L. Larsen, Michael K Larsen, N.K. Larsen, Dennis Larsen ella bara Michael Larsen.
Tá ið fólk keypa frá honum á internetinum, krevur hann pening frammanundan og tað hava nógv goldið honum í góðari trúgv.
Peningurin skal flytast á kontu í einum banka í Teilandi.
Snildur er hann, tí sjálvt ein professari í løgfrøði læt seg lumpa, vísti DR á. Eitt nú brúkar hann búmerki hjá sjálvum heimskenda reiðaranum, Maersk. Onkuntíð sigur hann eisini, at hann arbeiðir hjá einum løgfrøðingi í Bangkok, ella stjóri í Singapore.
Men so stingur trupulleikin seg upp, tí fólk fáa ongantíð vørurnar, tey hava bílagt.
Tá ið fólk, so gera vart við sína ónøgd og hótta við at melda hann, vísir Michael Larsen seg at vera alt annað enn
tespuligan at koma í holt við, tí hann fýrur ikki fyri at hótta fólk við lívinum.
Eitt nú hóttir hann fólk við at senda rockarar eftir teimum og at tað tey skjótt hava stigið síni síðstu fet her á jørð.
Í Danmark hevur løgreglan fingið ein hóp av fráboðanum um, hvussu maðurin hevur lumpað tey.
Og løgreglustøðin í Føroyum sigur, at eisini føroyingar eru lumpaðir av hesum sama manni.
Nú í vikuni meldaði ein føroyingur, at hann hevði keypt fartelefon frá Michael Larsen og hevði goldið ein part frammanundan.
Men fartelefonina fekk hann ongantíð og nú hevur hann meldað.
Løgreglan hevur so eisini víst donsku løgregluni á sakina úr Føroyum.
Hetta er so enn ein áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur at vera varin, tá ið keypt verður umvegis internetið.
Sendingin á DR um Michael Larsen verður send aftur týsdagin 10. januar klokkan 13.30 og hósdagin 12. januar klokkan 10.30 føroyska tíð.
Sendingin kann eisini síggjast beonleiðis á netinum: www.dr.dk/DR1/Dokumentar/2011/Bag_facaden/Udsendelser/Foraar_2012/20120102101459.htm