- Alt gekk so skjótt fyri seg. Vit sótu á einari gøtu, tá knappliga alt byrjaði at ristast ordiliga ógvusliga og síðan fór ljósið á allari oynni. Rundan um okkum fóru øll í panikk og byrjaðu at renna í allar ættir. Tað var fullur panikkur.
Soleiðis lýsir Gunnrið Mørkøre, ið saman við einari vinkonu er stødd á Kos, løtuna tá jarðskjálvtin rakti oynna í nátt.
Vinkonurnar vóru staddar Bar Street, ið tykist at vera økið, ið varð harðast rakt av jarðskjálvtanum, tá vanlukkan rakti. Tað var á somu gøtu, at tveir persónar doyðu, tá ein bygningur rapaði.
Gunnrið Mørkøre greiðir frá, at stutt eftir jarðskjálvtan, løgdu tær merki til, at tað byrjaði at fløða og bátar komu upp á land.
- Tá var bara eitt at gera, og tað var at renna niðan í fjøllini, tí ein lítil flóðalda var á veg. Har var ein rúgva av øðrum fólkum á fjallinum, og gingu tað tveir tímar, áðrenn tað varð trygt at fara oman aftur í býin, sigur Gunnrið Mørkøre.
Vegna eftirskjálvtarnar sluppu gestirnir ikki inn á hotellið fyrr enn klokkan átta morgunin, og fingu tær báðar vinkonurnar tá sovið eina løtu, hóast tær vóru týðiliga skelkaðar.
- Hetta følist so óveruligt. Skelkurin situr í okkum, og vit eru alla tíðina til reiðar at renna út, tí vit blíva við at føla lítlar skjálvtar, sigur Gunnrið Mørkøre.
Vinkonurnar hava verið á Kos í eina viku, og skulu eftir ætlan vera har í tíggju dagar aftrat, men tað hava tær als ongan hug ti.
- Nú vilja vit sleppa heim. Vit royna at fáa fatur á flogfelagnum hjá okkum, tí her er fór óbehagiligt at vera, sigur Gunnrið Mørkøre.