Føroyingur ákærdur fyri at eiga barnaporno

Ein føroyingur í 30'unum er ákærdur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitlsu og senda tað víðari.

 

Ein føroyingur í 30'unum er ákærdur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitlsu og senda tað víðari. Tað boðar Kringvarp Føroya frá.

 

Maðurin er ákærdur fyri at hava yvir 400 myndir og 34 sjónbond á teldu síni og fyri at hava deilt tey víðari.

 

Kringvarp Føroya veit at siga, at tað var National Cyber Crime Centre, sum varskógvaði føroysku løgregluna um mannin. Hon hevur kannað málið síðani 2014.

 

Løgreglan hevur gjørt húsarannsókn heima hjá manninum og lagt hald á eina teldu við tilfarinum á.

 

Revsiramman er upp í tvey ára fongsul.