Sunnunáttina brendi ein føroyingur og ein vinmaður hansara inni í einum brandi í danska býnum Tønder. Løgreglan fekk boð um eldin tíðliga sunnumorgunin, men tað eydnaðist ikki at sløkkja eldin nóg skjótt til at bjarga teimum báðum ungu monnunum, ið inni vóru.
Tað var tann 25 ára gamli danin, Evan Bennedsen, ið búði í húsunum, meðan tann 20 ára gamli føroyingurin, Dan Ejler Richmond, ið annars býr í Løgumkloster, lá nátt hjá vinmanninum.
Kanningararbeiðið er enn ikki liðugt, men løgreglan arbeiðir við einari teori um, at royking í seingini kann hava verið orsøkin til eldin, skrivar Jyske Vestkysten.









