Á samkomu í Oslo í týsdagin, tá ið Bókmentavirðisløn Norðurlanda-ráðsins varð latin svensku Evu Strøm, helt Turið Sigurðardóttir, lektari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum, heiðursrøðuna fyri henni.
Eva Strøm fær bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið 'Revbensstædarna'.
Hetta er aðru ferð at fólk frá Fróðskaparsetrinum hava fingið heiðurin at halda røðu fyri høvundinum, sum fær Norðurlendsku Bókmentavirðislønina. Í 1987 helt Malan Marnersdóttir røðu fyri Herbjørg Wassmo.