Orsøkin til luttøkuna hjá Jógvani, sum býr á oynni Bømlo í Norra, var at hann meldaði seg til eina skemtarakapping gjøgnum stóra norska dagblaðið VG, og mikudagin í síðstu viku ringdu tey frá VG og søgdu, at hann hevði vunnið kappingina, tí dómsnevndin metti, at hann hevði ta bestu framførsluna.
VG skrivaði, at Jógvan varð kosin vinnari tí hann dugir sera væl at føra seg og at herma eftir kendum fólkum, og hann er so róligur og tryggur á pallinum, sum er heilt óvanligt fyri ein so ungan persón.
Í hesum sambandi var Jógvan boðin til Oslo leygarkvøldið, har hann var á pallinum á Stand Up Festivalinum í Oslo. Kendasti skemtarin í Norra, Jon Schau, sum eisini sat í dómsnevndini fyri VG, segði eftir at Jógvan hevði framført í Oslo ”Ikke bare har han en fremtid som standup-komiker, men standup har en fremtid i Norge kanskje mye på grunn av ham”. Jon Schau er norska svarið upp á Amin Jensen í Danmark.
Jógvan byrjaði sína karieru sum skemtari fyri tveimum árum síðan, tá hann framførdi í skúlanum. Síðan hevur hann eisini framført til brúdleyp og aðrar veitslur í heimbýnum Bremnes á oynni Bømlo. Hetta var nakað heilt serligt fyri hann at framføra á Stand up festivalini í Olso fyri fleiri hundrað fólkum.
Jógvan gongur í løtuni í 10. flokki, og hann kundi hugsað sær at farið á framhaldsskúla við sjónleiki sum sergrein.
Jógvan er føroyingur, foreldrini eru Lis-Maria og Jørgin Gunnarsson úr Havn. Jógvan er yngstur av seks systkjum. Familjan hevur búð á Bømlo síðan 1994.
Grein um Jógvan og videoklipp av framførsluni eru at síggja á www.vg.no
mg