Tá Sosialurin fekk fatur á Heina, eru tey stødd í býnum Ashdod, sum er í tí sunnara partinum av Ísrael.
Hetta er fyrstu ferð, at Heine roynir ein slíkan túr. Og hann sigur, at tað hevur verið sera spennandi at hava hesi fólkini við. Men hann sigur eisini, at tað er ongin ivi um, at støðan í Ísrael og har um leiðir er sera spent.
? Her eru helikoptarar og krígsskip allastaðni rundan um okkum, so tað merkist, at okkurt møguliga er í umbúnað, sigur Heine og leggur afturat, at tað tó ikki er vandi á ferð, so longi kríggj ikki er brostið á.
Tað hava ikki verið nakrir trupulleikar við at sleppa inn ella at lossa. Ei heldur at sigla. Men einir 30 til 40 fjórðingar úr landi sóust krígsskip og helikoptarar. Og skiparin skuldi ferð eftir ferð siga frá, hvørji tey vóru, og hvat teirra ørindir vóru.
? Fólkini her eru sera fitt. Tað komu nøkur umborð beint eftir, at vit vóru komin, at kanna pass og at práta við okkum fyri at vita, hvat vit gjørdu her. Tað gekk alt hampuliga fyri seg, greiðir Heine frá.
Skipið kom inn í Ashdod mánanáttina, og beinanvegin varð farið í gongd við at lossa tey 50 tonsini, sum skipið hevur siglt við.
50 tons kann tykjast at vera avbera lítið. Vørurnar eru til svøltandi palestinesarar í Gaza, men hjálpin er samstundis ein symbolskur uppreistur móti ísraelsku stjórnini og ætlaða álopinum hjá USA og Onglandi á Irak.
Uppgávan hjá Heina viðvíkjandi neyðhjálpini var av, tá alt varð lossað av skipinum.
? Vit fara avstað aftur herfrá um ein hálvan tíma, segði Heine í telefonini.
Friðaruppreistur
Nú er tað so upp til David Halpin og hansara fólk at fáa vørurnar til Gaza. Og tað er ikki vist, at tað bara verður sum at siga tað. Tað kann verða, at myndugleikarnir ikki lata sær lynda bert við at taka stikkprøvar og vilja tískil við einum komandi kríggi í huga kanna alla lastina. So er vandi fyri, at vøran als ikki kemur vegin fram til Gaza, og verður sett í eitt pakkhús onkrastaðni.
? Eg vóni, at tað gongur væl hjá teimum, og at tað eydnast at fáa vørurnar fram, tí gott nokk er hetta eitt slag av uppreistri, men hetta eru eisini vørur, sum fólk hava tørv á, sigur Heine.
Hann lýsir David Halpin sum ein idealist, sum feiar trupulleikar av borðinum.
? Hann heldur altíð, at alt bara gongur. Eru pappírini í lagi, so gongur tað nokk. Men tó so hevur hann á hesi ferðini trý fólk frá BBC við sær. Og á henda hátt er hann eitt sindur vardur, heldur Heine.
David Halpin hevur stovnað friðarfelagsskapin The Dove and the Dolphin, sum hevur til endamáls at hjálpa neyðstøddum menniskjum. Hann sigur millum annað á heimasíðuni hjá The Dove and the Dolphin, at Ísrael er eitt land, har støðan hevur verið spent í 55 ár. Hann heldur, at landið so avgjørt ikki hevur brúk fyri, at bombumenninir Bush og Blair leypa á Irak og harvið gera støðuna uppaftur spentari. Og raka ósek menniskjur. Hann heldur hinvegin, at raðfestingin átti heldur at verið, at fingið frið til menniskjuni í hesum landinum, sum ikki hava havt frið í yvir 50 ár enn at hugsa um at leypa á Irak.
Tí hevur hann tikið stig til felagsskapin og siglur við neyðhjálp til tey neyðstøddu, har hann samstundis ger vart við ónøgdina hjá sær og sínum felagsskapi.
Upprunaliga hevði David Halpin ætlanir um at sigla hesi 50 tonsini niður við einum trolara, men hann varð mettur at vera ov lítil, og síðani leigaði hann farmaskipið Barbara, sum Heine er skipari á. Farið varð úr Onglandi fyrsta februar, og skipið var frammi mánanáttina.