Føroyingur fingið plátusáttmála í USA

Fimm av heimsins størstu plátufeløgum lógu framvið

Rani Petersen úr Havn hevur gjørt stórt frambrot sum poppsangari. Rani hevur gjørt milliónasáttmála við risastóra amerikanska plátufelagið Atlantic Records, og nú skal hann til Los Angeles at skriva og innspæla tónleik til nýggja útgávu, sum skal koma út næsta ár.

Hetta skrivar Sosialurin um vikuskiftið.

– Hetta er sera spennandi og ein stórur møguleiki, men hetta er bert fyrsta stigið. Eg eri als ikki komin á mál enn, sigur Rani Petersen við Sosialin.

Seinastu fimm árini hevur Rani íðin og áhaldandi arbeitt fram ímóti at fáa sáttmála við plátufelag, og tað hevur hann nú fingið. Talan er um sáttmála, sum er verdur fleiri milliónir krónur. Tá ið tosað verður um virðið á sáttmálanum, snýr tað seg um løn, framleiðslukostnaðir av tónleiki og video, marknaðarføring og annað.

Rani Petersen er sangskrivari og sangari, og hann hevur serliga brúkt sosialar miðlar sum Instagram og TikTok fyri at koma út við sínum tónleiki. Á TikTok fylgja slakar fimm milliónir Reiley, sum hevur verið listanavnið hjá Rana.

Fleiri plátufeløg hava víst áhuga fyri Rana, og í heyst var Rani í tí púra óvanligu støðu, at fimm av heimsins størstu plátufeløgum bjóðaðu honum plátusáttmála, hóast hann ongan sang hevur útgivið. Valið fall á Atlantic Records í USA, tí tey vóru mest engagerað og góvu besta tilboðið. Atlantic Records er plátufelagið hjá eitt nú Bruno Mars, Ed Sheeran og Cardi B.

Meira kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum kom út í dag.