Stóri altjóða felagsskapurin fyri heilsutøkni, HIMSS, hevur latið Boga Eliasen heiðurslønina, Future 50 International Achievement Award. Virðislønin varð latin Boga í Orlando í Florida í dag fyri slóðbrótandi arbeiði á økinum.
Bogi Eliasen var verkætlanarleiðari fyri Fargen ætlanini, men nú virkar hann á Institutten for Fremtidsforskning. Í fjør varð hann tilnevndur sum ein av teimum 50 týdningarmestu slóðarunum í Evropa í heilsutøkni, og virðislønin í ár varð latin fyri at vera tann týdningarmesti av teimum 50.
Bruce Steinberg, stjóri í HIMSS, sigur í tíðindaskrivi, at heilsuøkinum tørvar fólk, sum byggja brýr millum ymsar geirar og eru við til at menna felags stev á økinum. Bogi Eliasen er ein, sum byggir brýr. Arbeiðið, hann hevur framt á Instituttet for Fremtidsforskning at skapa ein karm fyri framtíðar heilsu í Norðurlondum, og kanska øllum heiminum við, hevur uppiborið viðurkenning og stuðul, sigur hann.
HIMSS staðfestir í tíðindaskrivi, at Future 50 International Achievement Award verður latin honum, sum hevur víst týðandi leiðslu og slóðbrótandi íkast seinasta árið innan heilsutøkni .