Høvuðsvinningurin er at hita upp fyri guðfaðirin at instrumentalum gittar tónleiki, Joe Satriani. Undanumfarið fer fram á alnótini, har gittaristar leggja sín sang út á heimasíðu. Síðani skulu dómarar og luttakarar døma um, hvørjir 12 gittaristar fara víðari til finaluna.
Finalan fer fram 14. juni á næststørstu tónleikamessuni í Evropa, London International Music Live, tá teir 12 finalistarnir skulu spæla fyri stórum áskoðaraskara, har nógvir heimskendir gittaristar vera tilstaðar – m.a. Paul Gilbert og Yngwie Malmsteen. Lyklafólk innan vinnuna fara at døma finaluna, og vinnarin sleppur at hita upp fyri Joe Satriani, tá hann framførir seinni á hesi tónleikamessuni, umframt at vinnarin fær tónleikaútgerð sum vinning.
Tílíkar kappingar vóru heilt vanligar fyrr, men seinastu árini hevur ikki verið tann stóri áhugin fyri gittarsnillinga-tónleiki. Tó er komið vend í rákið, og mettu fyriskiparararnir, at tíðin er aftur búgvin, til at seta gittar-solo’ina í fokus.
Pauli er 22 ár og hevur fyri tað mesta búð í Føroyum. Í ár lesur hann á kristiliga tónleikaskúlanum Nexus, í Coventry, Onglandi. Hann spælir m.a. við í bólkinum Proclaim, sum gav fløgu út í fjør. Eisini spælir hann við Martin í Grund, og hava teir rættiliga gjørt vart við seg í Onglandi, við m.a. at vinna Battle of the Bands.
Til ber at atkvøða á síðuni: www.guitar-idol.co.uk . Til tess at kunna atkvøda má ein skráseta seg á síðuni. Profilurin hjá Paula er at finna á www.guitar-idol.co.uk/pauli-reinert