Føroyingur eftirlýstur í Grønlandi

Løgreglan í Nuuk leitar eftir einum 22 ára gomlum føroyingi, sum er rýmdur úr varðhaldinum í Nuuk.

 

22 ára gamli maðurin er skuldsettur og var varðhaldsfongslaður fyri eldáseting. Hann rýmdi úr varðhaldinum í Nuuk týskvøldið, skrivar løgreglan.

 

Maðurin er 190 til 195 cm høgur og er vanliga bygdur. Seinast hann varð sæddur, var hann ílatin svarta troyggju við hettu og bláar kovboybuksir og tosar danskt við føroyskari dialekt, skrivar løgreglan.

 

Løgreglan í Nuuk minnir á, at tað er revsivert at hýsa fólkum, sum flýggjað frá løgregluni.