Føroyingur danskur meistari

Føroyski U19 landsliðsleikarin, Lukas Giessing, vann í gjár danska meistaraheitið saman við liðfeløgunum í FC Midtjylland

Tað eru fleiri ungir evnaríkir føroyskir leikarar, sum hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti. Og í gjár gjørdi ein av teimum bart, tá hann var við til at vinna danska meistaraheitið í U19 deildini við felagið sínum, FC Midtjylland.

 

Talan er um tekniskt sterka miðvallarleikaran, Lukas Giessing, sum í fjør bæði var partur av føroyska U17 landsliðnum sum spældi seg til EM-endaspælið í Kroatia, og partur av føroyska U19 landsliðnum sum spældi EM-undankapping í Bulgaria.

 

Lukas Giessing og liðfelagarnir úr FC Midtjylland tryggjaðu sær í gjár danska meistaraheitið við at vinna 4-1 yvir grannunum úr Silkeborg. Lukas Giessing, sum í gjár hevði útgangsstøðið sum høgri miðvallari, legði upp til 3-0 málið í dystinum.

 

Lukas Giessing er sonur til fyrrverandi føroyska landsliðsleikaran og HB leikaran, Julian Hansen,  sum millum annað var við á føroyska landsliðnum í Landskrona í 1990, tá Føroyar við 1-0 sigrinum á Eysturríki á fyrsta sinni vann ein altjóða skrásettan fótbóltsdyst.

 

Lukas Giessing og liðfelagarnir í FC Midtjylland hava eitt umfar eftir at leika í donsku U19 kappingini.