Føroyingur bjargaði seks iranum úr havsneyð

Føroyski skiparin, Elnar Nicl­­­a­sen av Tvøroyri, var týs­dagin odd­a­mað­ur í ein­ari bjarg­­ing í Pers­ar­a­­flógv­a­num, sum bjargaði seks iranskum monn­um í svár­ari havsneyð.

Elnar Niclasen er skipari á Mærsk Ras Laffen, sum týs­dag­in var júst rætta stað til røttu tíð. Og tá stóð hann á odda fyri stór­ari bjarg­ing í Pers­ara­flógvanum, har seks ir­an­ar vóru farnir í bjarg­ing­ar­bát­ar­nar, tá ið støðan á ir­anska farmaskipinum gjørd­ist hætt­is­lig.

- Stýrimaðurin segði mær, at okk­urt løgið var á sjónum. Tað tókt­ist mest sum, at skip­ið lá og fleyt, greiðir Elnar Nicla­sen frá.

Meðan Mærsk Ras Laffen sigldi móti iranska farma­skip­i­­­num, sendu menninir eina neyðrakket upp, og Eln­ar Niclasen var skjótur at broyta kós.

- Við vendu skip­i­num bein­­anveg­in, og løgdu okk­um so tætt at iranska farm­a­skip­i­num sum gjørligt, greiður Eln­ar Niclasen frá.

Tað var trupult, at koma heilt nær at skipinum, tí lutir frá farmaskipinum vóru spjaddar kring økið.

- Yvirstýri­mað­ur­in og aðrir fóru út til bjarg­ing­ar­bátin, og fingu hjálpt monn­u­num um­borð á okkara skip, og tað gekk umleið hálvur tími, so kom eitt skip eftir monn­u­num, sum tá vóru um­borð hjá okkum, greiðir Elnar Nicla­sen frá.

Stjórin í Mærsk LNG, Claus Thomsen sigur í dag, at tey fegn­ast um, at føroyski skip­ar­in var so mikið kvikur og dugn­a­ligur, at hann megn­aði at bjarga øllum seks monn­u­num.

Eisini iranska fel­agið, sum eig­ur farm­a­skip­ið, hev­ur sent eitt takkarbræv til Eln­ar Niclasen og hansara mann­ing, og takka teimum fyri at hava bjargað monnunum.