Brot úr samrøður í Sosialinum. Les meira í blaðnum, sum verður í postkassunum kring landið í morgin og hósdag. Umframt vanliga Sosialin er stórt jólablað frá Sosialinum eisini ávegis í postkassarnar kring landið.
- Vit eru øll heimsborgarar, men kortini eru vit føroyingar ikki vanir við, at slíkt hendir rundan um okkum, hóast tað hendir í grannalondunum. Tað er ótrúliga løgið at vera vitni til eina slíka hending, tí tað kundi tað sama verið eg, sigur 26 ára gamli Brandi Mortensen Nolsøe, sum er staddur í Berlin.
Í gjárkvøldið var ein tann best umtókta handilsgøtan í Berlin álopin av einum lastbili, sum koyrdi við fullari ferð inn í eina mannamúgvu.
Í skrivandi stund eru 12 fólk deyð, meðan 48 eru løsta og liggja á sjúkrahúsinum – summi teirra í álvarsamari støðu.
Havnamaðurin Brandur Mortensen Nolsøe er skiftisnæmingur í Berlin, har hann tekur sína master í sosialvísund. Tá ið álopið hendi var hann við hús og hugdi eftir fótbólti, tá ið telefonin brádliga byrjaði at ringja á tamb.
- Ein vinkona mín var tann fyrsta sum ringdi, fyri at vita um eg var tryggur, sigur Brandur Mortensen Nolsøe.