Tað var tilvildin, sum gjørdi, at Asbjørn Berthelsen endaði á Antarktis ein dag í februar 2008.
Søgan byrjar summarið fyri. Asbjørn Berthelsen er í Reykjavík í nøkrum ørindum, og skal sama kvøld í føðingardag hjá kenningum í Íslandi. Hann hevur verið í býnum allan dagin og leggur seg niður á eina løtu, áðrenn leiðin fer víðari.
- Ólukkutíð, so forsvav eg meg. Tá eg vaknaði aftur um kvøldið var ov seint at fara í føðingardag. Eg fór tí heldur í býin at fáa mær at eta, og endaði tá av tilvild við eitt borð við síðunar av øðrum føroyingum, greiðir Asbjørn Berthelsen frá.
Tey fella í prát sum føroyingar gera, tá teir hittast uttanlands. Asbjørn Berthelsen sigur frá, at hann nakrar mánaðir seinni fer til suðuramerika at ferðast. Hann ætlar sær at vitja Eldland, ferðast úr Buenos Aires í Argentina, allan vegin suður til Ushuaia við Kap Horn og so norður gjøgnum Kili, áðrenn leiðin skuldi bera heim til Føroya. Annars ætlaði hann sær at vitja Páskaoynna, um møguleiki bleiv til tess.
Ein av teimum við borðið er Hans Hansen, flogskipari, sum um tað mundi flýgur millum Kili og Antarktis. Hans Hansen ger ikki mætari enn at bjóða Asbirni Berthelsen við sær til Antarktis ein túr.
Í februar liggur leiðin so til Argentina. Hans Hansen hevur greitt Asbirni Berthelsen frá, at teir flúgva til Antarktis leygardag, so hann skundar sær suður til Punta Arenas í Kili, men hvat. Tá vóru veðurforsagnirnar so, at tá hann kemur hagar fríggjadag, hava teir longu verið, tí veðurvánirnar dagin eftir vóru so ringar.
Hans Hansen bjóðar honum tó at vera verandi nakrar dagar, tí teir skulu gera ein túr afturat nakrar dagar seinni. Veðrið batnaði tó ikki. Fleiri ferðir vóru teir í flúgvaranum, áðrenn boð komu um, at veðrið var ov ringt. Asbjørn Berthelsen bíðaði í 11 dagar í Punta Arenas.
- Tá segði eg við Hans Hansen, at nú mátti tað vera, eg hevði ikki tíð at bíða longur, um eg skuldi náa flogfarið heim til Føroya aftur. Vit gjørdu so eina roynd afturat hendan dagin og tá gekk tað loksins, greiðir Asbjørn Berthelsen frá.
Tað er tjúk í veðrinum, tað er ófantaligt, vátt og hann hóttir við vátakava. Kortini koma tey leiðina fram til Antarktis.
- Vit fingu fyrst at vita, at vit skuldu vera har í seks tímar, men tá vit komu fram, vóru boðini, at vit máttu flúgva aftur um tríggjar tímar orsaka av veðrinum. Eg fekk tí ikki tíð til tað heilt stóra, men eg skundaði mær nakrar túrar, sigur hann.
Okkurt var tó tíð til at vitja. Beint norðan fyri flogvøllin liggur ein lítil oyggj, har tað eru nógvar pingvinir.
- Tey flestu hugsa um ís og kava, tá tey hugsa um Antarktis, men tað var jú summar, tá eg var har niðri, og tá var alt tað bera runudíki. Eg var reinur, tá eg fór út á oynna, men var tann bera runa, tá eg kom inn aftur. Tað var bert har, men vit sóu inn á jøklarnar, sigur hann.
Staðið tey lendu var við eina lítla kilenska hernaðarlegu á King George Island, sum er norðasti partur av Antarktis, nærmast við suðuramerika. Nærindis henni standa tvær kirkjur, sum hann eisini vitjaði.
- Ein russisk trækirkja stendur á aðrari høvdini, meðan ein katólsk kirkja stendur á hinari grannahøvdini. Stórur munur er á teimum báðum. Tann fyrra er ein vøkur bygd trækirkja, meðan tann seinna eru nakrar bingjur, sum eru settar saman, greiðir Asbjørn Berthelsen frá.
Fólk spyrja Asbjørn Berthelsen, um hann hevur verið á Suðurpólinum, men tað noktar hann fyri.
- Bygdin ella hernaðarlegan liggur á 62 gradum suður, tað vil siga, líka langt frá Suðurpólinum, sum Føroyar liggja frá Norðurpólinum. So eg havi ikki verið nærri suðurpólinum enn vit føroyingar eru nærri norðurpólinum, sigur hann.
- Eg eri sera glaður fyri, at eg fekk møguleikan. Um eg ikki møtti Hans Hansen í Reykjavík hevði tað ongantíð komið upp í lag. Tað var rein tilvild. Fyri einaferð skyld loysti tað seg at forsova seg, sigur Asbjørn Berthelsen.









