Føroyingum dáma væl at data á netinum, heldur Bárður Bærentsen, sum varðar av síðuni faroedating.fo.
- Hóast facebook verður nýtt til alt møguligt og eisini dating, so er tað ikki øll sum dáma at blanda facebook, har tey hitta familju og vinir, saman við regulerari dating, sigur hann.
-Síðani vit stovnaðu síðuna faroedating í 2006 er talið av brúkarum vaksið støðugt, sigur hann.
80 prosent av limunum á faroedating eru úr Føroyum, 10 prosent úr Danmark og hini 10 úr ymiskum londum í heiminum, greiðir hann frá.
65 prosent av limunum eru menn og 35 prosent kvinnur, og helmingurin av øllum limunum er millum 25 og 45 ár, greiðir hann frá