Superliga
Teir báðir Súni Olsen og Jón Rói Jakobsen fingu aftur fulla spælitíð um vikuskiftið. Mótstøðuliðið hjá AaB var tað sama sum seinasta vikuskiftið, og úrslitið gjørdist aftur hesuferð 2-2, sum má vera eitt vónbrot fyri AaB.
Tað kundi tó verið verri, tí SønderjyskE var frammanfyri 2-0 eitt skifti í seinna hálvleiki. Peter Sand legði útiliðið framum fyri steðgin, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik økti Peter Nymann til 2-0, eftir at rangstøðufellan hjá Aab kiksaði.
Jón Rói við í máli
SønderjyskE hevði ein gyltan møguleika at leggja seg framum við trimum málum, men Jón Rói fekk bjargað á sjálvari málstrikuni. Minuttin eftir minkaði AaB so til 1-2, tá Caca skallaði bóltin í netið eftir fríspark og upplegg frá Jón Róa. Aab fekk eisini útjavnandi málið, tá fimm minuttir vóru eftir at leika, og tað var aftur brasiliumaðurin Caca, ið skoraði.
Súni Olsen hevði nakrar royndir útifrá við sínum vandamikla vinstrabeini, men hepnið var ikki við honum hesuferð. Mikukvøldið vitja Jón Rói, Súni og hinir liðfelagarnir í Aab í Parkini, har FCK verður mótstøðuliðið.