Tá ið AaB í morgin fer suður til Esbjerg at spæla, verður hvørgin føroyski spælarin í ferðalagnum. Jón Rói Jacobsen verður ikki við, tí hann er skaddur, og Súni Olsen er ikki á listanum, sum er kunngjørdur á heimasíðuni hjá AaB í dag.
Næstbesta liðið hjá AaB skal seinnapartin spæla á heimavølli ímóti Næsby. Tað er væl hugsandi, at Súni Olsen fer at fáa dystarvenjing á hesum liðnum. Liðið hjá AaB í 2. deild er topplið, og merkisvert fyri dystin í dag er tað, at Karim Zaza fyri fyrstu ferð fer at umboða AaB. Málverjin, sum áður hevur umboðað eitt nú Brøndby og FCK, hevur verið skaddur, síðani hann í summar kom til Aalborg. Um alt gongur, sum tað verður roknað við, so fer Zaza at sita á beinkinum í Esbjerg í morgin.








