Føroyingarnir hava fleiri royndir

Samlaða talið av landsdystum hjá føroysku spælarunum er hægri, enn talið hjá slovenunum er.

Tann tíðin er farin, tá føroyska landsliðið var mannað við óroyndum monnum, sum stríddust ímóti mótstøðumonnum, ið høvdu nógv fleiri landsdystir á baki. Teir átjan spælararnir, sum eru í føroyska hópinum, hava tilsaman spælt 474 landsdystir. Slovenararnir hava tilsaman umboðað sítt føðiland 468 ferðir.

Samlaða føroyska talið var upprunaliga 513. Men Jan C. Dam, sum síðani 1989 hevur spælt 39 landsdystir, noyddist at geva avboð. Nýggi maðurin, Johan Byrial Hanssen, hevur ongantíð spælt á landsliðnum.

Orsøkin til at Jan C. Dam týsdagin kendi seg noyddan at geva avboð er trupulleikar við knænum. Tað var um reppið, at Jan Dam ikki var førur fyri at spæla við B68 ímóti gomlu liðfeløgunum í KÍ. Knæið var bundið væl og virðiliga inn, og tá stórsigurin var komin til høldar, tók Jan seg av vøllinum. Hann hevur ikki vant við B68 í vikuni, og stóri spurningurin hjá toftamonnum er, um verjumaðurin verður tøkur, tá teir um eina viku skulu til Runavíkar.


Stór tøl

Jens Martin Knudsen hevur spælt 51 altjóða skrásettar landsdystir. Hann hevur alla tíðina meðan Allan Simonsen hevur verið venjari átt metið, men tað kann hugsast, at Allan Mørkøre kemur undir liðina á honum í morgin. Tað ger Mørkøre maðurin, um hann er á liðnum, og um Jens Martin Knudsen verður á beinkinum.

Um tað gongst, sum tað sær út til, so verður Óli Johannesen næsti maður í lítla 50 dysta liðnum. Í morgin verður superligu maðurin hjá AGF á landsliðnum fyri 46. ferð.

Nógvir aðrir hava ofta verið á landsliðnum: Todi Jónsson hevur spælt 40 landsdystir, Øssur Hansen verður í morgin á liðnum fyri 40. ferð, Jens Kristian Hansen og Henning Jarnskor hava síðani í 1994 umboðað Føroyar 35 ferðir, og landsdysturin í morgin verður tann 35. hjá Juliani Johnsson.