Føroyingarnir í Frem flyta helst niður

Mótstøðuliðið var FC Roskildi á útivølli, men tað, sum kundi verið ein føroyingauppgerð, bleiv ein dystur uttan føroyskt íkast fyrr enn tað restaðu 18 minuttir.

Tá varð Bogi Løkin settur á vøllin fyri Frem. Hinir báðir føroysku liðfelagarnir hjá Boga Løkin, Andreas Lava Olsen og Jónas Þór Næs, vóru ikki partur av hópinum hjá Frem, meðan Atli Danielsen var skaddur og tískil millum áskoðararnar hjá Roskilde.

 

Dysturin endaði við 2-1 sigri til heimaliðið, og tað løtuna Bogi Løkin var á vøllinum fekk hann tiltuskað sær eitt gult kort.

 

Við sigrinum hevur FC Roskilde hálað seg upp á eitt 11. pláss við tíggju stigum niður til Kolding, sum liggur beint undir niðurflytingarmarkinum. Hinvegin sær tað sera svart út hjá Frem, sum hevur 11 stig upp til næsta liðið omanfyri markið.

 

Hinvegin eru framvegis seks umfør eftir at spæla, so einki er avgjørt enn.