Eftir at teir báðir landsliðsleikararnir sótu á bonkinum síðsta vikuskiftið ímóti Horsens, høvdu teir hesuferð fingið dystarboð frá venjaranum Erik Hamrén. Jón Rói var á høgra bakki frá byrjan, og Súni spældi á vinstra bakki. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð venjarin noyddur at gera nakrar broytingar, og tað hevði við sær, at Jón Rói fór í miðverjuna, og Súni flutti yvir á høgra bakk.
Ikki kann sigast, at Aab fekk nakra serliga góða byrjan, tí longu eftir tíggju minuttir legði Peter Sand SønderjyskE framum. Eftir ein hálvan tíma gjørdist ilt verri hjá Aab, tí tá skoraði Simon A. Pedersen til 2-0.
Eftir steðgin ressaðist Aab nakað, og miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Caca til 2-1. Aab legði síðani stórt trýst á SønderjyskE, men ikki fyrr enn í 94. minutti fekk Aab útjavnandi málið, tá ein av suðurjydunum var so óheppin at beina bóltin í egið mál.
Aab liggur á fimta plássi við 29 stigum fyri 22 dystir. Eitt lítið lop er upp til Viborg á fjórða plássi, sum hevur átta stig fleiri.