DANMARK 1. DEILD
Higartil hevur Jann Ingi Petersen ikki upplivað at fara av vøllinum sum sigurharri í Fremad Amager troyggjuni. Hesa ferð var úrslitið á heimavølli 2?2 ímóti Silkeborg. Tað sóu 976 áskoðarar, og bæði teir og leiðlsan í felagnum vóru nøgdir við avrikið hjá heimaliðnum. Næstsíðst var tað vónbrot, at Fremad Amager tapti ímóti botnliðnum í Brønshøj.
Ímóti Silkeborg, sum er dygst undir uppflytingar strikuni, var hugburðurin góður. Jann Ingi Petersen var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Tvífaldur málskjútti hjá Fremad Amager var Cihan Cengiz, veit heimasíðan hjá Fremad Amager at siga.
Úrsitið hjá Vejle var eisini 2?2, og avrikið var avgjørt góðkent. Vejle var í Ølstykke, har 573 áskoðarar sóu Christian Høgna Jacobsen vera á vøllinum alla tíðina. Christian Høgni var ikki ímillum málskjúttarnar, men hann var væl upplagdur, og hann var óheppin ikki at fáa mál. Í 16. minutti legði hann upp til útjavnandi málið við góðum innleggi til Tommy Schram, og fram ímóti steðginum var hann óheppin ikki at fáa mál, men lobbarin fóru dygst omanfyri samankomingina.
Tríggjar minuttir eftir steðgin stútaði álopsfelagin hjá Christian Høgna, Kenneth Knudsen, Vejle framum, og so lúrdi útisigurin. Christian Høgni var tætt við at økja um leiðsluna við góðari skotroynd. Eftir at Vejle hevði skift tríggjar ferðir út, varð ein av teirra spælarum skaddur. Tí vóru teir síðstu løtuna bara tíggju á vøllinum. Fýra minuttir undan leikloki javnaði heimaliðið til 2?2.
Felags fyri Vejle og Fremad Amager er, at tey framvegis hava niðurflytingar strikuna ikki so langt undir sær.
Horsens nógv fremst
Tá ið Danmark í 1992 vann EM kappingina í Svøríki, var Lars Olsen liðformaður. Saman við honum í miðverjuni var Kent Nielsen. Nú er Lars Olsen venjari í Randers FC, og Kent Nielsen er venjari í Horsens. AC Horsens, sum hevur Johan Byrial Hansen á liðnum, er fremst í næstbestu deildini, og Randers FC er næstfremst. Sunnudagin hittust hesi bæði feløgini í Horsens, og tað var heimaliðið, sum endaði omaná. Úrslitið var 3?0, og nú skulu nógv umfør brúkast til at fáa fremsta plássið frá Horsens.
Hóast illa statt fíggjarliga so er Køge framvegis ovarlaga á støðutalvuni. Teir lyftu sær uppaftur nærri næstfremsta plássinum, tá ið teir á heimavølli vunnu 1?0 ímóti botnliðnum úr B1913. Hjá HFK Sønderjylland eydnaðist tað bara partvís at styrkja um sína støðu ímillum tey fremstu. Teir megnaðu bara málleysan javnleik á heimavøllinum í Haderslev ímóti FC Nordjylland, sum hevur staðið seg væl nógvu tær seinastu ferðirnar.
Botnliðið FC Aarhus tapti á heimavølli 2?1 ímóti Nykøbing Falster, og á Eysturbrúgv megnaði B93 bara 1?1 ímóti einum øðrum botnliði, Brønshøj. Eitt annað lið av Eysturbrúgv, Skjold, hevur orduliga fingið luft undir veingirnar. Hesa ferð vunnu teir 5?2 í Fredericia, har heimaliðið hevur ilt við at liva upp til góðu avrikini síðsta kappingarár.