Føroyingarnir eru uttanfyri

Venjingardystirnir benda ikki á, at føroysku spælararnir í superliguni vera millum teir fremstu, tá ið tað um eina viku verður farið undir aftur donsku landskappingina.

Tveir føroyskir spælarar eru á lønarlistanum í superliguni – Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen. Teir báðir spæla í AaB, og tá ið Aalborg í gjár spældi næstsíðsta venjingardystin, áðrenn tað verður farið undir aftur landskappingina, vóru hvørki Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen á vøllinum. AaB spældi á útivølli í Ikast ímóti FCM, sum vann 1-0.