Føroyingarnir enn á odda

Trý av føroyingafeløgunum mynda oddastríðið í Noregi

Brann Bergen og Gilli Rólantsson hava fingið eina góða byrjan upp á norska kappingarárið.  Leygardagin vann felagið 1-0 móti Start og liggur tí framvegis fremst í norsku Eliteseriuni. Brann hevur 25 stig, meðan Rosenborg á øðrum plássi hevur 18 stig. Brann eru framvegis ósigraðir í Elituseriuni og hava nú vunnið sjey dystir á rað.

 

Seinastu dystirnar hevur Gilli Rólantsson spælt vinstri bakkur og tað gjørdi hann eisini allan dystin leygardagin. Við Miðlahúsið sigur hann, at hetta er orsaka av, at fasti vinstri bakkurin er skaddur, og hann væntar at spæla aftur á vonginum, tá bakkurin er frískur aftur.

- Tað týdningarmesta er kortini, at vit vinna, sigur hann.

 

Dysturin móti Start bleiv annars merktur av, at høgri bakkurin hjá Brann, Taijo Teniste, bleiv illa skaddur í 18. minutti. Hann lendi óheppið eftir eitt luftstríð móti einum Startspælara og lá leingi á vøllinum. At enda bleiv hann borðin burtur við stuðulskraga um hálsin. Á sjúkrahúsinum bleiv staðfest, at hann hevur brotið aðra hondina og hevur eitt brot í rygginum.

 

Í næstbestu deildini hevur Aalesund, sum Sonni Ragnar Nattestad spælir við, beina kós móti Elituseriuni aftur. Í gjár vann AaFK 3-2 móti Åsane á útivølli. AaFK liggur á odda í OBOS-liguni, sum er heitið á næstbestu deildini í Noregi, við 19 stigum. Eins og Brann eru AaFK eisini ósigraðir og hava vunnið seks dystir á rað.

 

Sonni Ragnar Nattestad, sum Aalesund hevur leigað frá grannafelagnum Molde, kom inn tá okkurt um ein hálvur tími var eftir av dystinum í gjár. Tà var støðan 3-1 til Aalesund. Hann hevur annars spælt allar hinar seks dystirnar í ár.

 

Ári Mohr Jónsson og Sandnes Ulf gjørdu sítt til at varðveita sambandið við oddin í Obos-liguni, tá Sandnes Ulf vann heili 4-0 í dystinum móti einum av hinum føroyingafeløgunum í Noregi, Florø hjá Patriki Johannesen. Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin, meðan Patrik Johannesen framvegis er skaddur.

 

Sandnes Ulf liggur á triðja plássi við 15 stigum, meðan Florø nú er dottið niður í niðurflytingarstríðið. Florø liggur nummar 15 av 16 liðum við fimm stigum eftir fyrstu sjey dystirnar.

 

Í triðbestu deildini hevur Bryne lagt seg mitt fyri, sum nummar sjey av fjúrtan liðum í Postnord-liguni. Í gjár spældi Bryne 3-3 móti Nardo. Nardo lá annars á odda 3-1, men tvey sjálvmál seinastu 15 minuttirnar bjargaði Bryne eitt stig. Rógvi Baldvinsson spælir við Bryne, men hevur verið skaddur síðani fyrsta umfar. Hann vónar tó at verða skjótur á vøllinum aftur.