Føroyingarnir bastu oddaliðnum

Kjartan Johansen dagsins leikari í sera týðandi sigri hjá Viking - Sí útlitini fyri uppflyting her

Liðið hjá teimum trimum føroyingunum í Stavanger, Viking, skuldi í kvøld spæla ein truplan dyst í uppflytingarstríðnum.

Mótstøðuliðið var oddaliðið, St. Hallvard, ið longu hevði tryggjað sær uppflyting áðrenn seinastu tríggjar dystirnar.

 

Viking var skert við at føroyski landsliðsleikarin, Helgi Hildarson Hoydal, ikki fekk spælt vegna trupulleikar við knænum, ið var skurðviðgjørt herfyri. Hinir báðir føroyingarnir, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Kjartan Johansen vóru hinvegin sera væl fyri í dystinum.

 

Tí Viking vann dystin 34-32 við góðari hjálp av átta málum frá Kjartani Johansen og fýra málum frá Jónasi Gunnarssyni Djurhuus.

Kjartan Johansen var valdur dagsins leikari.

 

Dysturin var sera tættur, og eitt nú var Viking aftanfyri við støðuni 22-20 áðrenn føroyingafelagið vendi dystinum til sín fyrimun.

 

Úrslitið hevur við sær at Viking framvegis kann røkka uppflyting, men treytin er fult stigatal seinastu tveir dystirnar, ið eru ímóti Follo HK og Viking TIF.  Samstundis skulu føroyingarnir vóna at minst trý av liðnum omanfyri seg skulu missa.

Viking klatrar við úrslitinum í kvøld upp á sætta plássi - trý stig frá øðrum plássi ið gevur beinleiðis uppflyting. Tvey stig eru upp á triðja plássi, ið gevur uppflytingardyst móti triðniðasta liðnum úr bestu deildini.

 

 

Stigatalvan er hendan (handball.no):

 

NrLagKVUTMålPLS
1 St.Hallvard 20 16 1 3 615 - 534 33  
2 Nøtterøy Håndball 20 13 1 6 538 - 496 27  
3 Sandnes 20 13 0 7 588 - 554 26  
4 Sandefjord Håndball 20 11 3 6 542 - 516 25  
5 Follo HK 19 11 2 6 587 - 533 24  
6 Viking Håndball 20 10 4 6 576 - 556 24  
7 Charlottenlund 20 11 2 7 583 - 545 24  
8 Viking TIF 20 9 4 7 564 - 511 22  
9 Lillestrøm TH 20 8 0 12 483 - 552 16  
10 HK Herulf Moss 20 4 1 15 489 - 577 9  
11 Oslo-Studentenes IK 20 4 0 16 492 - 549 8  
12 Vålerenga 19 0 0 19 459 - 593 0