Mánadagin verður ræðisrætturin yvir bíbliutýðingin eftir Kristian Osvald Viderø, prest, og Jákup Dahl, próvst, handað nýstovnaða Føroyska Bíbliufelagnum.
Higartil hevur tað verið danska bíbliufelagið, sum hevur havt ræðisrættin á bíbliuni.
Yvirtøkan verður á samkomu í Norðurlandahúsinum mánamorgunin og um kvøldið verður alment hátíðarhald.
Á samkomuni mánamorgunin skriva formaðurin í Føroyaska Bíbliufelagnum, Bergur D. Joensen, og aðalskrivarin í Danska Bíbliufelagnum, Morten Thomsen Højsgaard, undir fimm ára sáttmála.
Tað verður stýrið hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum skal standa á odda fyri og umsita arbeiðið hjá Bíbliufelagnum.
- Eftir fimm árum er málið at gerast sjálvstøðugur limur í Altjóða Bíbliufelagnum, United Bibel Society, sigur Bergur D. Joensen.
Á samkomuni mánamorgunin fer forsetin í Bíbliufelagnum, biskupur Føroya, Jógvan Fríðriksson, at bjóða vælkomin. Síðani fer formaðurin at lýsa gongdina at skipa sjálvstøðugt føroyskt bíbliufelag, og landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, og aðalskrivarin í Danska Bíbliufelagnum, Morten, fara at bera fram heilsu.
Mánakvøldið klokkan 19.30 verður alment hátíðarhald í Hoyvíkar kirkju. Har fer Morten Thomsen Højsgaard at tosa um Bíbliunnar framtíð.
- Bíblian hevur eina forkunnuga søgu, og er komin longri víðari um í heiminum enn nøkur onnur bók.
- Men hvørja framtíð hevur hon í Norðurlondum og í heiminum annars, er evnið, sum verður viðgjørt.
Á hátíðarhaldinum fer Martin Joensen eisini at syngja og spæla nakrar av sínum kendu sangum sínum og biskupur kemur eisini at bera eina heilsu.
Á myndini er nevndin í føroyska bíbliufelagnum, soleiðis sum hon sá út í summar. Síðani er Jógvan Fríðrikson, biskupur, vorðin fastur limur í stýrinum og hann er forseti í stýrinum.
Frá vinstru standa Uni Næs, dómpróstur, sum er fastur limur, síðani er tað Pauli Høj, karismatisku kirkjurnar,
Ole Jakob Nielsen, katólska kirkjan, Jenny Lydersen, fyri limirnar í Fólkakirkjuni, Dánjal á Dul Jacobsen,
hvítusunnusamkomurnar, Øssur Kjølbro, Kirkjuliga Heimamissjónin og Bergur D. Joensen, fyri prestarnar í Fólkakirkjuni.
Stýrislimirnir verða valdir fyri trý ár ísenn, men biskupur og próvstur eru fastir limir.
Á aðalfundi í mai í ár skal Bíbliufelagið so velja níggjuna limin í stýrið og hann skal umboða limirnar í felagnum, men hann skal veljast á hvørjum ári.