Føroyingar vunnu Team Ninja Warrior

Tey trý føroysku ítróttarfólkini vunnu í kvøld Team Ninja Warrior

Í seinastuni hevur ein kapping gingið fyri seg á donsku sjónvarpsrásini, Kanal 5, sum kallast Team Ninja Warrior.

 

Kappingin snýr seg um at ymisk lið hava kappast í forðarenningum og í styrki, har tað hevur gingið út uppá at komið ígjøgnum við skjótast tíð.

 

Sum fleiri hava lagt merki til, tá tey hava hugt eftir kappingini, hevur kappingin í ár verið við føroyskari luttøku. Tey trý, Øssur Debes Eiriksfoss, Birita Poulsen og Janus Jakobsen hava tikið lut við liðnum Team Søpapagøjene.

 

Tað hevur eisini gingið væl hjá føroyingunum, sum í seinastu viku tryggjaðu sær pláss í finaluni. Og í kvøld var so finalan.

 

Føroyska liðið skuldi í finaluni kappast ímóti liðunum Team Legebørn og Team No Gravity, og endin var, at føroyska liðið endaði ovast. Tey vunnu tískil kappingina Team Ninja Warrior 2016.