Føroyingar vunnu málríkan dyst

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skoraði føroyska fótbóltslandsliðið fðra mál í einum altjóða dysti, tá ið teir á venjingarleguni í Spania vunnu 4-2 á liðnum hjá Allan Simonsen úr Luksembourg

Tað gekk betur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í seinna dystinum á venjingarleguni í Cadiz í Spania. Eftir at hava tapt fyrra dystin 0-6 móti Pólandi, vunnu føroyingarnir 4-2 á Luksembourg, hóast teir vóru aftan fyri 0-1 í hálvleikinum.

Nógv góð mál
Tað var, sum nevnt omanfyri, liðið hjá Allan Simonsen, ið koma á odda í dystinum tðsdagin. Ein av leikarunum hjá Luksembourg rak við bóltinum í høgra borði, og sendi síðani eina avlevering inn fyri, og har kom ein av viðleikarunum hjá honum til og stútaði bóltin í netið uttan nakran møguleika hjá nðggja føroyska málverjanum, Bárði Johannesen, at verja fyri. Henda støðan helt sær til steðgin, hóast føroyingar eins væl kundu verið á odda, tí teir høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar í fyrra hálvleiki.
Eftir steðgin kom vend í hjá føroyingunum, og ikki gekk long tíð, áðrenn hol kom á málskjótingina. Frísparksserfrøðingurin úr GÍ, Súni Olsen, skeyt, góðan minutt eftir steðgin, eitt gott fríspark móti málinum, og málverjin hjá Luksembourg, Alia Besic, megnaði ikki at halda harða skotinum frá gøtumanninum, og so var John Petersen beinan vegin á ripostinum og skeyt bóltin í málið til javnleik 1-1. Bert seks minuttir seinni var John aftur upp á spæl, eftir at føroyingar broderaðu seg ígjøgnum verjuna hjá Luksembourg, og hann legði Føroyar á odda 2-1.
Besta málið í dystinum fingu føroyingar, tá ið eitt gott korter var eftir at leika. Føroyar fekk eitt fríspark einar 35 metrar frá málinum hjá Luksembourg. Sum ikki einaferð var Súni Olsen settur at skjóta, og hann gjørdi ikki mætari enn at langa bóltin upp í málhornið uttan nakran sum helst møguleika hjá málverjanum at fáa fatur á bóltinum. Ein sonn perla frætta vit úr Spania, og so var 3-1 til Føroyar. Liðið hjá Allani Simonsen royndi at koma inn aftur í dystinum, og tá ið okkurt um tíggju minuttir vóru eftir at leika, fingu teir minka um munin. Luksembourg fekk eitt hornaspark, ið var sent inn fyri, og tá ið bólturin kemur út frá, langar ein spælari til úr 20 metra fjarstøðu. Bólturin sat dygst úti við stólpan, men vælleikandi føroyski málverjin, Bárður Johannesen, var sum ein køttur niðri og fekk parerað skotinum. Tíverri fyri Bárð og føroyska liðið var tað tó ein leikari hjá Luksembourg, ið fekk fatur á returinum, og hann setti bóltin í málið til 3-2.
Luksembourg royndi nú at trðsta á fyri at fáa javnleik, men teir gjørdust tó ongantíð av álvara vandamiklir. Ístaðin vóru tað føroyingar, ið áttu síðsta málið í dystinum. Vanliga leiktíðin var farin, tá ið Andrew av Fløtum streyk avstað við bóltinum í høgra borði, hann sendi bóltin inn fyri og við handaru stong kom føðingardagsbarnið Julian Johnsson rennandi, og hann stútaði bóltin í málið til 4-2 til Føroyar. Hetta var samstundis fyrstu ferð nakrantíð, at føroyska fótbóltslandsliðið skeyt fðra mál í einum altjóða landsdysti!

Óroynd verja
Føroyska manningin til dystin móti Luksembourg var henda: í málinum Bárður Johannesen úr HB, ið leikti sín fyrsta landsdyst. Í óroyndu verjuni vóru Súni Olsen í vinstru, Christian Høgni Jacobsen í høgru, og so teir báðir Johan Byrial Hansen og Atli Danielsen í miðverjuni. Á miðvøllinum leiktu Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen og Jákup á Borg. Í álopiinum vóru John Petersen og Christian Lamhauge Holst.
Í seinna hálvleiki gjørdi føroyska liðið fleiri útskiftingar. Símun Samuelsen, Hjalgrím Elttør, Hans Fróði Hansen og Andrew av Fløtum komu allir á vøllin eftir steðgin, meðan hinir tríggir eykamenninir, Johannis Joensen, Óli Hansen og Gunnar Nielsen ikki komu á vøllin. Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson vóru íkki við orsaka av ávíkavist skaða og sjúku.

Vælnøgdur landsliðsvenjari
Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var væl nøgdur, tá vit fingu fatur á honum í telefonini úr Spania mikumorgunin. Henriki Larsen sigur, at hóast vit vóru aftan fyri við einum máli í hálvleikinum, so kundu vit eins væl verið á odda, tí vit høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar fyri steðgin. Men tíbetur kom hol á í seinna hálvleiki, sigur hann.
Henrik Larsen sigur, at sum heild leikti alt liðið væl, og tað var stuttligt at síggja nógvir av teimum ungu spælarunum taka av, nú teir fingu møguleikan at royna seg, sigur hann.
Somuleiðis er landsliðsvenjarin sera væl nøgdur við debutantin í føroyska málinum, Bárð Johannsen, sum prógvaði at ein avloysari er tøkur, tá ið Jens Martin og Jákup ikki eru til at heita á. Henrik Larsen sigur, at Bárður stóð ein góðan dyst, og at hann óivað fær kjansin aftur seinni. Somuleiðis rósar venjarin unga Gunnar Nielsen úr Frem, ið gjørdi tað gott undir venjing tað stuttu tíð, hann var saman vi ð hópinum.
Føroyski landsliðsvenjarin, sum helt tapið móti Pólandi verða í meira lagi, sigur eisini, at venjingarstøði hjá hópinum kiundi verið betur, men tíverri eru tað nógvir, ið ikki hava vant í meiri enn ein lítlan mánað. Somuleiðis harmast venjarin um, at summir spælarar hava verið sjúkir og skaddir á venjingarleguni. Í dysitnum móti Luksembourg var liðskiparin, Óli Johannsen, ikki við, tí hann hevur fingið ein lítlan skaða í lærkrikanum, og Pól Thorsteinsson hevur alla venjingarleguna ligið við influensa. Somuleiðis hevur Johannis Joensen ein lítlan snudd í fótinum, og tí var hann spardur í dystinum tðsdagin.
Um venjingarleguna sjálva sigur landsliðsvenjarin seg verða stak væl nøgdan, tí spælararnir hava víst góðan hugburð undir venjing, og tað hava verið nakrar góðar venjinar, ið hópurin hevur havt í Spania. Næsta uppgávan hjá føroyska landsliðnum verður so landsdysturin ímóti Hollandi í juni. Dysturin verður leiktur í Lausanne í Sveits, og Henrik Larsen vónar, at hann fær allar menn tøkar til tann dystin, ið hann metir sum eitt stórt upplivilsi hjá føroysku leikarunum. Føroyski hópurin kemur aftur til Føroyar í dag.