Føroyingar vunnu essay-kapping

Studentaskúlanæmingar í Hoydølum vunnið norðurlendska essay-kapping. Í oktobur-novembur skipaðu fýra lærarar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði fyri einum tvørfakligum samstarvi millum lærugreinirnar alisfrøði, støddfrøði, geografi, samfelagsfrøði og danskt. Tveir flokkar á øðrum ári á støddfrøðideildini, 09u og 09x, fingu umstøður at fordjúpa seg í veðurlagsbroytingum, umhvørvisspurningum og alternativum orkukeldum. Úrslitið av hesi undirvísingargongdini, sum Terji Durhuus, Fríður Dalsgarð, Kinna Poulsen og Sámal Matras Kristiansen skipaðu fyri, var ein rúgva av essay´um, harav tey flestu vóru so væl skrivaði, at tey vórðu send inn til essay-kappingina hjá Klimanorden í sambandi við Nordisk Klimadag 2010, ið var 11. novembur í ár.

Nú er úrskurðurin hjá Klimanord komin, og hann er sanniliga gleðiligur fyri skúlan. Tí vinnararnir fram um allar aðrar norðurlendskar luttakarar gjørdust tær báðar Anna Katrina Thomsen og Maria Joensen úr flokkinum 09u í Hoydølum. Umframt sjálvan heiðurin fylgir ein virðisløn upp á 5000 kr. við.

Mikkjal Helmsdal, rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, fegnast um úrslitið og ynskir Annu Katrinu og Mariu hjartaliga tillukku við heiðrinum á heimasíðu skúlans. Rektarin er eisini sera fegin um tað arbeiðið, ið teir fýra lærararnir hava lagt í at skapa tað tvørfakliga samstarvið, ið hevur leitt fram til heiðurin.