Hetta var ein svartur dagur í europeiskum høpi hjá føroyskum fótbólti.
Fyrr í kvøld tapti HB 2-0 í Gundadali og varð harvið varpað úr Europa við samantaldum málmuni 1-3.
Í kvøld hevur NSÍ tapt 5-0 í Hvítarusslandi og harvið tapt samantalt 7-0.
Og í kvøld hevur Víkingur tapt 2-0 á Svangaskarði ímóti Ventspils úr Letlandi.
Hesin dysturin fer í søgubøkurnar sum ein tann døkkasti í føroyskari fótbóltssøgu, tá ið tað ræður um altjóða fótbólt.
Í seinna hálvleiki vóru tveir av Víkinga spælarunum vístir av vøllinum. Tann fyrri var Andreas Lava Olsen, sum longu í fyrsta minutti sá gult fyri fyrstu taklingina í dystinum, og tann seinni var Hans Jørgen Djurhuus, sum eisini sá gult fyri aðru ferð.
Úrslitini í kvøld saman við B36 tapinum týskvøldið bera við sær, at einki føroyskt lið er í hattinum, tá ið tað í morgin verður drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í øðrum innleiðandi umfari í europeisku meistarakappingini og í Europa liguni.
----
LIÐUGT
0-2
0-2: Karlsons
Eftir innlegg úr høgru er Karlsons leysur mitt fyri, tá ið hann úr átta metrum stútar bóltin í málið.
90) 0-1
Tveir minuttir lagdir aftrat.
85) 0-1
Víkingaspælararnir vísa góðan hugburð og arbeiða nógv, og mótstøðumenninir tykjast nøgdir við støðuna.
Ikki minst er tað Finnur Justinussen, ið arbeiðir nógv.
80) 0-1
Finnur Justinussen roynir seg við skoti úr stórari fjarstøðu, og tað endar við horna, sum Sølvi Vatnhamar tekur sær av. Tað spyrst einki burturúr.
78) 0-1
GULT KORT. Bárður J. Hansen sær gult fyri fríspark. Hetta var sjeynda gula kortið, sum víkingaspælararnir ahva fingið í kvøld.
71) 0-1
Sera eyðsýndi Sorin Anghel fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Gunnar Vatnhamar.
68) 0-1
Philip Djordjevic fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Jákup Vatnhamar Olsen.
64) 0-1
Hetta er sera lítið hugaligt at fylgja við í. Spælið er mest sum uppsteðgað, og tað hendir snøgt sagt einki.
60) 0-1
GULT KORT. Finnur Justinussen
Spurningurin er, hvussu nógvir víkingar vera eftir á vøllinum, tá ið 90 minuttir eru farnir. Her kennist vera ruðuleiki og frustratión yvir sveisiska dómaran. Nú ræður um hjá víkingunum at halda høvdið kalt.
58) 0-1
REYTT KORT. Hans Jørgen Djurhuus sær gult fyri aðru ferð, og harvið eru víkingarnir nú níggju ímóti ellivu.
57) 0-1
0-1: Jemeļins br
52) 0-0
REYTT KORT. So verður Víkinga brekkan meiri enn brøtt. Andreas Lava Olsen hevur sæð gula kortið fyri aðru ferð, og harvið verður Víkingur undirmannað í fjøruti minuttir.
46) 0-0
Ongar broytingar gjørdar á liðunum.
HÁLVLEIKUR
0-0
44) 0-0
Framvegis málleyst, og fremvegis eru víkingarnir sera ágrýtnir.
32) 0-0
Sera tætt við, at Víkingur javnar, men eftir at Sorin Anghel stútar upp um málverjan, siglir bólturin dygst framvið málinum.
30) 0-0
GULT KORT.
25) 0-0
GULT KORT. Andreas Lava Olsen fyri fríspark.
Víkingur hevur havt fýra hornaspørk, uttan at nakað er komið burturúr.
18) 0-0
So var um reppið, at Philip Djordjevic legði Víking framum. Hann sneiddi framvið tveimum, og tá ið hann var komin í brotsteigin smekkaði hann til, men bólturin brast í tvørtræið.
16) 0-0
Leikgongdin er tann sama. Víkingarnir eru ágangandi, og teir vinna nógvar nærdystir, men higartil er tað málleyst.
Sum á heimavølli so spælir Ventspils seg eisini í kvøld við longum sendingum og høgum innleggum.
10) 0-0
Tað er einki at bíða við, tá ið støðan er 2-0 til mótstøðuliðið. Víkingur leggur nógv fyri í royndini at minka um munin.
03) 0-0
GULT KORT. Hans Jørgen Djurhuus hevur longu sæð gula kortið fyri fríspark.
00) 0-0
Sámal Erik Hentze hevur út frá royndini á útivølli broytt Víkingaliðið í kvøld. Sorin Anghel er á verjukendum miðvallarplássi saman við Hans Jørgen Djurhuus. Mótstøðumenninir eru kropssterkir, og teir eru serliga stinnir í høvuðspælinum.
Víkingur-Ventspils kl. 19.00
Ventspils vann fyrra dystin 2-0
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Gert Hansen – Hans Jørgen Djurhuus, Soren Anghel – Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic – Finnur Justinussen
----
90) 5-0
5-0: Yanushkevich
86) 4-0
4-0: Yelezarenko
81) 3-0
3-0: Shibun br
80) 2-0
GULT KORT. Høgni Madsen
77) 2-0
GULT KORT. Magnus H. Olsen
72) 2-0
52) 2-0
GULT KORT. Pól Jóhannus Justinussen
HÁLVLEIKUR
2-0
42) 2-0
2-0: Rudyka
20) 1-0
1-0: Burko
Shakhtyor-NSÍ kl. 19.00









