Ein stórur meiriluti av Føroya fólki vil hava nógv størri eftirlit við vakmyndatóli á almennum støðum.
Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dátueftirlitið.
Kanningin vísir, at heili 81% av føroyingum vilja hava vakmyndatól á almennum støðum.
Bara 12% siga nei og 7% vita ikki.
Heili 78% halda, at tað er ílagi at handlar eru undir eftirliti av vakmyndatóli.
Men heili 51% halda eisini, at vertshús og barrir skulu hava vakmyndatól og 61% -62% av føroyingum halda, at vakmyndatól eigur at vera á Tinghúsvøllinum, á Vaglinum, í Klubbagarðinum og í Steinatúni.
Og 30% av føroyingum halda rætt og slætt, at vakmyndatól skal vera á øllum almennum støðum.
Talvan vísir, hvussu stórur partur av Føroya fólki vil hava vakmyndatól á ymsum støðum.