- Veljarakanningar geva altíð greiðar ábendingar um, hvat fólk vilja hava. Hetta er púra greitt dømi um, at føroyingar taka frástøðu frá politikkinum, sum samgongan rekur. Tað vanlukkuliga er ikki bara, at samgongan er farin undir at avlaga samfelagið, men somuleiðis, at føroyingar missa álit á politisku skipanina við verandi politikki.
Veljarar rýma stútt og støðugt frá samgonguni. Tað vísa veljarakanningarnar, sum Sosialurin hevur kunngjørt síðan løgtingsvalið í fjør. Stóru andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, hava stóra framgongd og standa nú á fyrsta sinni til at hava meirilutan saman við Framsókn. Tjóðveldi fer 3,8 prosent fram sammett við úrslitið á løgtingsvalinum í oktober í fjør.
Høgni Hoydal, formaður, bar fram á landsfundinum hjá flokkinum, at ein orsøk, at Tjóðveldi stóð seg illa á løgtingsvalinum var, at hann sum oddamaður hevði verið ov lítið sjónligur.
- Tað hevur sanniliga verið seiggj í andstøðuni seinastu mánaðirnar, men tað er als ikki bara mær at takka. Okkara tingbólkur hevur verið nærlagdur og sera virkin mótstøðupartur hjá samgonguni, og vit hava áhaldandi víst á stóru skeivleikarnar í politikkinum, sum verður førdur nú. Ungmannafelagið hjá okkum og Javnaðarflokkinum hava eisini av álvara gjørt vart við seg, og tað eru vit sera takksom fyri, sigur Høgni Hoydal.
Annar møguleiki
Annita á Fríðriksmørk, sum er fyrsti varatinglimur, hevur víst á, at Tjóðveldi skal umhugsa at hava fastan politiskan blokk at samstarva við. Javnaðarflokkurin er ein upplagdur møguleiki, hevur hon víst á.
Høgni Hoydal vil ikki tosa stórvegis um blokkpolitikk, men ásannar, at verandi andstøða er eitt kraftmikið alternativ til verandi samgongu.
- Stóri munurin á Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum er tjóðskaparmálið, men tað er nakað, sum kann viðgerast. Hesir flokkarnir eru í andstøðu, og tað er gleðiligt, at vit hava staðið saman í flestu málum. Vit hava víst á aðrar møguleikar enn teir, sum samgongan hevur skotið upp, og tað er nú líkt til, at undirtøka er fyri okkara politikki, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.










