Í londunum rundan um okkum leita alsamt fleiri fólk eftir nýggjum ferðamálum og serligum upplivingum. Soleiðis er ikki hjá okkum. Føroyingar velja fyrst og fremst ferðamál, sum teir kunnu flúgva beinleiðis til úr Vágum.
Føroyingar hava frá fyrsta degi tikið av møguleikanum at flúgva beinleiðis til ferðamál sunnanfyri. Tá Atlantsflog byrjaði at flúgva úr Vágum til Barcelona i 2013, var gravgangur eftir ferðunum suðureftir. Áhugin er ikki minkaður hesi árini, heldur tvørturímóti.
Ferðaætlanin hjá Atlantsflogi til ferðamál sunnanfyri er síðani víðkað til eisini at fevna um Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria, og øll ferðamálini eru sera væl umtókt, eru Atlantsflog og ferðaskrivstovurnar 62°N og Fonn Flog á einum máli um.
Ferðaskrivstovurnar eru eisini samdar um, at rákið uttanlands, har fleiri og fleiri leggja stóra orku í at finna nýggj og øðrvísi ferðamál, tá uttanlandsferðin skal leggjast til rættis, er ikki komið til Føroya.
– Føroyingar vilja fyrst og fremst flúgva beinleiðis til sólferðamálini hjá Atlantsflogi. Teir vilja hava ferðina lagda til rættis allan vegin, og hon skal helst minna so nógv sum møguligt um pakkaferðirnar hjá eitt nú Spies, so teir bara skulu fylgja við streyminum til gistingarhúsið. Vit síggja als ikki hatta mynstrið, at leitað verður eftir øðrvísi ferðamálum, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N.
Somu royndir hava tey á ferðaskrivstovuni Fonn Flog.
– Fólk eru rættiliga vanabundin, og teimum dámar væl eina pakkaferð. Tey vilja fegin hava ráðgeving frá ferðaskrivstovuni, tí ein kann ikki altíð líta á tað, sum er á alnótini. Møguleikarnir eru eisini so nógvir, at tað kann vera torført at koma til eina niðurstøðu, sigur Sakaris Frederiksen, sum er sølu- og marknaðarstjóri hjá Fonn Flog.
Hann leggur afturat, at tá flogið varð til Kreta, fóru føroyingar á Kreta. Tá tað bleiv møguligt at flúgva beinleiðis til Lissabon og Malta, so fóru øll har tað árið ella árið eftir. Tey fylgja bara við, sigur sølu- og marknaðarstjórin hjá Fonn Flog.
Ferðast meira
Føroyingar ferðast nógv meira í dag, enn teir hava gjørt. Og nú eru tað nógv, sum ferðast uttanlands meira enn einaferð um árið.
Tær báðar ferðaskrivstovurnar vísa á, at nógvum føroyingum dámar væl at ferðast, og at teir eru sinnaðir at brúka pengar til ferðing.
Harafturat er tað blivið bíligari at ferðast, enn tað hevur verið, og tí ferðast fólk oftari.
Sølu- og marknaðarleiðarin hjá Atlantsflogi, Árni Olsen, vísir á, at príslækking saman við góðu tíðunum í Føroyum hava við sær, at fleiri og fleiri fólk ferðast, og at tey ferðast oftari. Hann leggur afturat, at í fjør vaks ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum sera nógv, og at ein stórur partur av vøkstrinum komst av, at føroyingar ferðast meira.