Aftur í ár verður átak gjørt føroyskum bókmentum at frama. Føroysk luttøka verður aftur á bókamessuni í Frankfurt í oktober, og sum nakað nýtt verður eisini føroysk luttøka á bókamessuni í Göteborg í september.
Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám hava tikið fyrstu stigini í fyrireikingini, og Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið hava gjørt av at seta pening og orku av til messurnar báðar.
Í nógv ár hava føroysk forløg verið á árligu bókamessuni í Frankfurt. Hetta er heimsins størsta bókamessa, har rættindi verða keypt og seld.
Umframt at gera føroyska bókaútgávu sjónliga, hevur luturin hjá føroysku forløgunum serliga verið at keypa rættindi til handrit og at fáa samstarv við útlendsk forløg, bæði á skúlabókaøkinum og til útgávur til børn og ung.
Hetta er neyðugur partur av forlagsvirkseminum, um tú skalt fylgja við og lofta tí, sum er uppi í tíðini, siga fyrireikararnir.
Á bókamessuni í 2011 var Ísland heiðursland. Í tí sambandinum bjóðaðu íslendingar Føroyum at fáa lut í hesum serliga átaki. Mentamálaráðið tók av hesi innbjóðing og stuðlaði á fyrsta sinni beinleiðis føroyskari umboðan á altjóða bókamessu.
Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið saman við forløgunum gjørdu av at gera serliga nógv burturúr. Talan var um munandi størri bás og fleiri fólk úr Føroyum umboðandi forløg, høvundar og onnur.
Ongantíð hevur so nógv fokus verið á føroyskari bókaútgávu í Frankfurt, og nógv fleiri gestir vóru og vitjaðu føroyska básin. Á nógvum økjum var talan um stórt frambrot, men eftirmetingin hevur eisini víst, at arbeiðið at fáa føroyska bókaútgávu út á altjóða marknaðin má verða skipað enn betur, so arbeiðið verður miðvíst og varandi, siga fyrireikararnir.