Klokkan 18.30 skal danska flogbóltsliðið, Marienlyst við Kasper Lorenzen í hópinum og Bárði Bendix Mikkelsen sum hjálparvenjara í eldin.
Talan er um dyst NEVZA "Final Four" ímóti norska liðnum, TIF Viking. Hini tvey liðini í NEVZA "Final Four" eru eisini úr Noregi. Talan er um BK Tromsø og Randaberg.
NEVZA er felagsskapurin fyri norðurevropeisk flogbóltslond.
Dystirnir í NEVZA "Final Four" kunnu stroymast á HESARI leinkjuni:
http://www.sportstreams.no/volley/
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr telefonsamrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bárð Bendix Mikkelsen, hjálparvenjara hjá Marienlyst um kappingina í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin.