Føroyingar við í NATO venjing

Í dag var venjing í ein landnyrðing úr Føroyar, har eisini Vaktar- og Bjargingartænastan og føroyska bjargingartyrlan vóru við.

Tað boðar MRCC støðin frá.

Gongdin var tann, at eitt flogfar við seks fólkum umborð á veg úr Íslandi til Noregs fekk trupuleikar og datt niður einar 50 fjórðingar norðureystan úr Fugloynni.

Tey, sum vóru við í venjingini vóru Triton, Tjaldrið, Brimil og Ægir úr Íslandi og bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters.

Venjingin byrjaði tíðliga í morgun og endaði kl hálvgum trý seinnapartin.

Triton fann 5 av dukkunum, sum lagdar vóru út.

Í dag varð venjingin darvað nakað, fyrst av eini veruligari hending í Íslandi, har eitt lítið flogfar fekk motortrupuleikar, og seinni av einari veruligari hending í Føroyum, har ein brunnbátur fór at leka. Har fór Ziska til hjálpar og har var ongin vandi á ferð.

Hetta var ein venjing gjørd í Dynamic Mercy høpi. Tað er Nato, sum er høvuðssamskipari av hesum venjingum, sum eru í Atlantshavi, Norðsjónum og Eystrasalti.

Endamálið er at venja bjargingarstøðir, skip, tyrlur og flogfør at samstarva og at arbeiða saman tvørtur um landamørk.

Venjingarnar eru annaðhvørt ár í apríl-mei mánaði og eftirmetingar gjørdar tíðliga í juni mánaði.

Føroyar hava verið við í hesum venjingum í nógv ár, sigur MRCC