Nú fer Føroya felag ímóti krabbameini undir eina umfatandi kanning sum skal lýsa, hvussu tað er at liva við krabbamein.
Felagið staðfestir at fleiri og fleiri fáa krabbamein, og í flestu førum hevur tað stórar avleiðingar við sær, eisini hjá teimum, eru søgd at vera frísk.
Og ætlanin við hesi kanningini er at lata tey, sum eru rakt av krabbameini, sjálvi sleppa til orðanna at greiða frá, hvussu tey hava tað.
Kanningin er gjørd við spurnarbløðum, har sjúklingurin skal greiða frá, hvussu hann er fyri
likamliga, sálarliga og sosialt, tað vil siga, hvussu familjuviðurskifti, vinir og tilknýti til onnur, eru.
Spurt verður eisini um, hvussu sjúklingurin er fyri, tá ið hann má í annað land í viðgerð og má samskifta á øðrum máli enn móðurmálinum.
Og at enda verður spurt, hvussu sjúklingurin er fyri, tá ið tað ræður um inntøku, fíggjarviðurskifti sum heild, bústað, arbeiði, trygging og annað í sama viðfangi.
Føroya Felag ímóti krabbameini sigur, at jú fleiri, ið svara, jú betur verða trupulleikarnir lýstir og tí heitir felagið á øll áhugað, um at seta seg í samband við felagið og fáa meiri kunning um kanningina.
Fleiri hava longu svara spurnarblaðnum og fleiri av teimum fáa møguleika at útgreina nakrar av spurningunum munnliga, tí nú byrjar næsta stigið í kanningini, har sjúklingar og næstu avvarðandi verða biðin at greiða frá teirra royndum.
- Tað er góð orsøk at lata tey tey sjúkuraktu sjálvi greiða frá síni støðu og lata tey svara spurninginum, tí kanska kunnu sjúklingar og teirra avvarðandi eisini læra fakfólk eitthvørt í hesum sambandi.
Annars fæst meiri at vita um kanningina á www.krabbamein.fo og á www.rehab.fo