Almannaverkið í Føroyum er við í eini ES granskingarverkætlan um demens.
Verkætlanin ber heitið RemoDem og endamálið við henni er at menna eina tænastu í útjaðaraøkjunum til minnisveik fólk og teirra avvarðandi.
Umframt stuðul, ráðgeving og vegleiðing, verður tøkni, sum kann stuðla undir gerandisdagin hjá teimum, ein partur av tænastuni.
Okkara Almannaverk skal standa fyri tí føroyska partinum í verkætlanin, sum endar um hálvtannað ár og í hesum sambandi verður almennur fundur um verkætlanina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týskvøldið 5. mars.
Á fundinum verður kunnað um RemoDem-verkætlanina í Føroyum. Annars fer Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki, at hugleiða um etiskar tvístøður í sambandi við tøkni, sum partur av eini umsorganartænastu til menniskju við demensi ella minnistrupulleikum.
Harafturat fer Tórmóður Stórá, yvirlækni á psykiatriska deplinum, at tosa um týdningin av at staðfesta demenssjúku so skjótt sum gjørligt.
Granskingarætlanin annars byggir á nýggjastu vitanina á økinum og tekur støði í teimum arbeiðshættum og hjálpitólum, sum longu eru roynd og viðurkend.
Í sambandi við føroyska partin av granskingarverkætlanini, er avgjørt, at Eysturoy og Norðoyggjar verða royndarøki.
Kanningar vísa, at tað er umráðandi fyri lívsgóðskuna hjá menniskjum við minnistrupulleikum, og teirra avvarðandi, at sjúkan verður staðfest tíðliga.
Tí er almannaverkið áhugað at koma í samband við fólk, sum akkurát hava fingið staðfest sína demenssjúku ella minnistrupulleikum og avvarðandi teirra.
Tískil fara øll yvir 60 ár í royndarøkinum at fáa bræv um granskingina, men tey, sum eru undir 60 ár og hava minnistrupulleikar, eru eisini vælkomin við í verkætlanina, hóast hesi ikki hava fingið nakað bræv.
Tey, sum sjálvboðin fara at taka lut í verkætlanini, fáa tilboð um eina tænastu, sum er sett saman í mun eftir tørvinum hjá tí einstaka og familjuni, sigur Almannaverkið