Special Olympics Summarleikirnir 2003 eru størsta ítróttartiltak í hesum árinum við 7000 ítróttarfólkum, sum koma úr 160 londum til at kappast í 23 ymiskum ítróttargreinum.
Eini 3000 venjarar og hjálparar vera við, og 40.000 fólk hjálpa sjálvboðin til undir leikunum og ítróttarvitjanini í Írlandi.
Føroyar luttaka í frælsum ítrótti, borðtennis, boccia og svimjing, og luttakararnir eru: Meiken Olsen, Marjun Niklasdóttir, John Joensen, Tórur Hjalt Jacobsen, Unn Mortensen, Júst í Túni, Sidana Djurhuus, Elvin Weihe, Durita Strøm og Símun Petur Zachariasen.
Okkara ítróttarfólk, sum vóru endaliga úttikin stutt fyri páskir, hava síðan í heyst vant dúgliga og miðvíst til hesar kappingarnar.
Gestir í Carrickfergus
Í 4 dagar undan leikunum verða øll londini boðin at vera gestir í onkrum írskum býi. Føroyska liðið verður gestur hjá norðuríska býnum, Carrickfergus, sum eisini syrgir fyri, at ítróttarøki eru til taks, so okkara ítróttarfólk fáa vant hesar 4 dagarnar.
Vertsbýurin skipar fyri ymiskum. Hugt verður eitt nú inn á gólvið hjá borgarstjóranum, og vant verður í frálíka Leisure Centrinum. Eisini verður sight-seeing til gamla slottið og kvøldundirhald, sum Lions Club skipar fyri.
Mandela setir leikirnar
Setanin, sum verður 21.juni kl.18 í Croke Park í Dublin, fer at vara 3½ tíma. Pláss er fyri 75.000 fólkum, og tey fara at fáa eina minniliga uppliving.
Øll ítróttarfólkini ganga í skrúðgongu inn á ítróttarøkið. Special Olympics flaggið fer í húnar hátt, ítróttarfólkini siga fram lyftið, og olympiski eldurin kemur fram eftir longu ferðina.
Tað verður fyrrverandi suðurafrikanski forsetin, Nelson Mandela, sum setir leikirnar.
Undirhaldið verður framúr við eitt nú írska symfoniska orkestrinum, einum 500 manskóri, sum telur 500 mans, Bono og U2 og G5.
Í eldin leygardagin
Longu fyrrapartin 21.juni fara tey fyrstu av okkara ítróttafólkum í gongd við innleiðandi kappingar, og tey vera upptikin av kappingum allara dagarnar frá 21.-29.juni.
Á kvøldi 29. verður endahátíðarhald, har m.a. WestLife fer at spæla, og 30.juni kemur Special Olympics Føroyaliðið heim aftur til Føroya.