Føroyingar við í Arctic Circle Race

Í gjár byrjaði heimsins harðasta skíðrenning - Arctic Circle Race - í Grønlandi við tilsamans 208 luttakarum úr 16 londum.

Í gjár byrjaði heimsins harðasta skíðrenning - Arctic Circle Race - í Grønlandi við tilsamans 208 luttakarum úr 16 londum. Tá renningin varð skotin í gongd, vóru 25 kuldastig í Simiut, har skíðrenningin byrjaði. 

 

Millum skíðrennararnar eru føroyingarnir, Ólavur Enni Elisson og Pætur Jørðdal Niclasen, sum standa fremst á viðheftu mynd, sum In.fo hevur fingið sendandi úr Grønlandi.

 

Tá luttakararnir eru komnir á mál eftir hvønn dag at hava runnið 50-60 kilometrar, skulu luttakararnir sova í tjøldum út í tí villa, har kuldastigini kunnu vera 20-30 stig.

 

Her skulu luttakararnir sjálvir matgera, syrgja fyri klæðum og fáa hvíld til næsta dag. Ávegis á skíðferðini koma fólk á hundasletum við traditionellum mati til luttakararnar.

 

Samlaði teinurin er 160 kilometrar, og sambært ætlanini endar skíðrenningin í morgin, sunnudagin.